Fleiri vilja síggja filmin Línumenn

Neyðugt er við eykasýningum

Filmurin Línumenn, sum varð vístur í Atlantis í Torravikuni, verður vístur aftur leygardagin og sunnudagin. Filmurin varð sýndur fleiri ferðir í júst farnu Torravikuni, og hann var bæði vælumtóktur og eftirspurdur. Fleiri av sýningunum vóru útseldar, og tí hava fyrireikararnr sett hann á skrá aftur komandi vikuskifti - leygardagin 3. og sunnudagin 4. mars. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

 

 

Zacharias Hammer hevur gjørt filmin, sum er góðar tveir tímar langur. Fleiri menn siga part av síni søgu, tá teir sum 14 til 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju línuskipum, sum avloystu sluppirnar.

 

 

Filmurin er flættaður saman við nógvum persónligum søgum og frásagnum, sum hesir menn minnast og siga frá. Áhugavert at hoyra teir siga frá hví teir valdu sjólivið og vóru nærum smádreingir, tá teir fóru longu leiðini vestur um hav - til Ný Foundlands og Grønland.

 

 

Nógvur góður tónleikur er í filminum, tónleikur teir keyptu í Ný Foundlandi  - einamest country. Teir komu við hesum tónleiki til Føroyar, og fleiri teirra verða enn nógv spældir, skrivar kommunan.