Mike Ashley, sum í fjør royndi at selja enska Newcastle, sigur nú, at hann hevur tveir ella tríggjar møguligar keyparar til felagið, sum í fjør flutti niður. Hóast Newcastle fllutti niður í fjør og hevur risastóra skuld, so slær nevndarformaður í íløgubankanum, sum stendur fyri søluni, at Newcastle er eitt áhugavert felag. – Tað er eitt stórt felag. Til dømis vóru í meðal 48.000 áskoðarar til dystirnar hjá Newcastle, meðan sama tal hjá Liverpool var um tey 45.000, sigur Keith Harris.