Dansifeløg, og aðrir almannagagnligir felagsskapir, eiga at sleppa upp í part, til at fáa koronustuðul úr Landskassanum. Tað hava tey í Klaksvíkar Dansifelag gjørt greitt, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at lata listafólki stuðul fyri missin, tey hava havt av koronu. Eitt nú vísa tey á, at tey hava mist nógvar inntøkur tí at tað hevur ikki borið til at leiga felagshølini út til tiltøk.
Men í Klaksvíkar Dansifelag vísa tey á, at eisini tey, og almannagagnlig feløg av ymsum slagi, hava eisini verið fyri fíggjarligum missi av koronu. Ein treyt fyri at fáa stuðul, er, at tey, sum søkja, skulu hava havt eina metta inntøku upp á minst 50.000 krónur, men hetta mæla tey í Dansifelagnum til at lækka niður í 20.000 krónur, so at fleiri kunnu sleppa upp í part.