Fleiri vilja hava Heimir

Víkingur er ikki einasta felagið, ið verður sett í samband við íslendska venjaran.

Gullvenjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram í felagnum, og søgur hava verið frammi um, at ein møguligur avloysari er tann íslendski Heimir Guðjónsson.


Les eisini: Íslendskur venjari settur í samband við Víking


Er hald í hesum søgunum, so er Víkingur tó ikki tað einasta felagið, ið ynskir at tilknýta tann nú fyrrverandi FH-venjaran. Íslendska heimasíðan fotbolti.net skrivar, at eisini ÍA Akranes hevur ligið framvið.


Sambært heimasíðuni, so hava samráðingar verið ímillum Heimir og ÍA, sum í ár endaði á aftasta plássi í Pepsi-deildini, men at eingin sáttmáli spurdist burturúr í hesi syftu.


Les eisini: - Eg fari ikki til Føroya


Annars hevur Heimir Guðjónsson sjálvur víst søgunum aftur, at hann skal vera ávegis til føroyameistararnar, og tað sama hevur formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, gjørt.


- Eg fari at umhugsa støðuna, og hvat eg skal fara at gera í framtíðini, men júst nú njóti eg lívið, havi frí og havi tað gott, sigur Heimir Guðjónsson við Morgunblaðið í dag.