Íslendski landsliðsmálverjin, Hannes Þór Halldórsson, stóð ein branddyst og varð kosin dagsins leikari, tá ið hann og liðfelagarnir leygardagin fingu eina góða byrjan upp á HM við at spæla 1-1-javnleik ímóti Argentina. Krúnan á verkinum var, at hann bjargaði einum brotssparki hjá Lionel Messi.
34 ára gamli Hannes Þór Halldórsson spælir við danska felagnum, Randers FC, og nú avdúkar ítróttarstjórin í felagnum, Søren Pedersen, at teir hava fingið fleiri fyrispurningar upp á Hannes eftir branddystin ímóti Argentina.
- Tað hava verið fyrispurningar, men tó ikki nakrir ítøkiligir enn. Vit bíða eftir at teir koma, sigur Søren Pedersen í samrøðu við DR.
Hannes Þór Halldórsson hevur spælt við Randers FC síðani 2016. Tað hevur áður verið áhugi fyri honum, og tað er heldur ikki vist, at hann verður seldur í hesi syftu.
- Vit vilja fegin hava hann í Randers, og tað koma vit eisini at hava fram til vit taka eina aðra avgerð. Kemur eitt tilboð á borðið, sum er lokkandi bæði fyri Randers og Hannes, so hyggja vit nærri at tí, sigur ítróttarstjórin.
Hannes Þór Halldórsson hevur sáttmála við Randers FC fram til 30. juni 2019.










