Gilli Rólantsson livur eina óvissa tilveru í norska felagnum Brann Bergen. Sáttmálin við Brann gongur út í summar og verður ikki longdur, men føroyski landsliðsspælarin sleppur ikki avstað.
Les eisini: Tromsø vil hava Gilla
Nú skrivar Eurosport.no, at Odd hevur meldað áhuga í skjóta vonginum. Tað eru nøkur úttalisir hjá venjaranum í felagnum, sum gera hann Gilli Rólantsson nú skal verða eitt mál hjá Odd, sum somuleiðis spælir í bestu deildini í Noreg.
- Vit leita eftir einum vongi, sum hevur eginleikarnar at spæla í okkara 4-3-3 spæliskipan, sigur Dag-Eilev Fagermo.
Hvørki hann ella ítróttarstjórin í Odd vilja vátta, at talan er um tvøramannin, men Eurosport.no sigur seg vita, at talan er um Gilla Rólantsson og at Brann hevur fingið ein fyrispurning um spælaran.
Odd keypti fyrr í vetur framherjan Torgeir Børven frá júst Brann. Gilli Rólantsson hevur eisini verið settur í samband við Tromsø og danska Vejle. Høvðuspersónurin hevur onga viðmerking, men sigur at hann gleðir seg at spæla á venjingarlegu við landsliðnum, sum verður seinni í hesum mánaðinum.