Ongantíð fyrr eru komnar so nógvar umsóknir um granskingarstuðul sum í ár, tí tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti í gjár, vóru 48 umsóknir – samanborið við 35 umsóknir í fjør.
– Stóra talið á umsóknum kann benda á, at fleiri hava hug at granska, ella kanska, at nú hava fólk tíð at granska, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.
– At vit seta met í umsóknum er avgjørt eitt tekin um, at vit hava nógv gott fólk, sum hevur nógv góð hugskot, og tað er øgiliga hugaligt í okkara verð.
Merkisvert er, at næstan tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn hava søkt um stuðul, tí 34 kvinnur og 14 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum.
Næstan helvtin av umsóknunum er til ph.d.-verkætlanir, og hin helvtin er til aðrar styttri ella longri verkætlanir, og tilsamans hevur Granskingarráðið sjey milliónir krónur at býta út í stuðli.
Hoyr samrøðu við Anniku Sølvará við at trýsta á pílin undir myndini.