Fleiri vilja gerast Samarittur

Tað er sera ymiskt, hvussu nógv er at gera á Summar Festivalinum, sigur vaktleiðari hjá Samarittunum hjá Reyða Krossi


– Tað ber ikki til at vita, hvat fer at henda, men vit eru fyrireikaði til alt, sigur Mariann Øster, vaktleiðari hjá Samarittunum hjá Reyða Krossi. Millum 12 og 14 sjálvboðin eru á vakt á ársins Summar Festivali.

Mariann Øster hevur verið samarittur á Summar Festivalinum á hvørjum ári síðani ár 2007. Hon er ein av fleiri, sum hava tikið hóskandi útbúgving hjá Reyða Krossi í Danmark.

Mariann Øster hevur drúgvar royndir sum Samarittur á Summar Festivalinum. Hon sigur, at fá mynstur er at bíta merki í, tá tað snýr seg um, hvussu nógv fólk gerast illa fyri, ella hava tørv á bráðfeingishjálp.

– Í fjør høvdu vit nógv at gera, meðan onnur undanfarin ár hevur lutfalsliga lítið verið á vási. Tað veldst millum annað um, hvussu festivalskráin sær út. Men tá veðrið er gott, er nógv at gera, tí tá eru fleiri fólk úti, sigur Mariann Øster.

Samarittarnir eru serliga neyðugir á festivalunum, tá stórar fólkamongdir eru, og veitslur ganga langt út á náttina. Men eftir øllum at døma, halda stóru tónleikatiltøkini ikki fólki aftur. Hinvegin, greiðir Mariann Øster frá, hava nógv fólk bjóðað seg fram at gerast Samarittur í summar.

– Tað er gleðiligt, at Samarittarnir gerast fleiri, tí tað ger, at minni trýst er á teimum, sum arbeiða. Vit frøast um, at fólk venda sær til okkum fyri at spyrja, hvussu tey kunnu hjálpa øðrum.

– Summi skriva til okkara Facebook bólk, onnur skriva teldupost, og fleiri hava eisini sett seg í samband við okkum á heimasíðuni hjá okkum. 

Skalt tú gerast samarittur í Føroyum, krevst, at tú fyrst tekur útbúgvingarskeið. Harafturat skalt tú vera fyltur 18 ár.

– Í byrjanini virka tey nýggju sum næmingar, og seinni verða tey assistentur. Alt eftir, hvussu høgt útbúgvingarstøði fólk vilja hava, enda tey í ávísum leiklutum hjá okkum.

Á Summar Festivalinum samstarva Samarittarnir við Norðoya Bjargingarfelag. Um onkur eitt nú kemur illa fyri, eru tað ofta Norðoya Bjargingarfelag, sum koyrir viðkomandi til hølini hjá Samarittunum. 

Til ber at søkja sær hjálp hjá Samarittunum tað mesta av samdøgrinum. Tó steingast dyrnar klokkan fimm um morgunin, tí tá hava Samarittarnir sonevnda sovivakt. Tó ber altíð til at ringja og biðja um hjálp, og tað eru Samarittarnir eisini fyrireikaðir til. Klokkan 14 lata dyrnar upp aftur.