Fleiri vilja eiga Ólavsøkuna

Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrarfelag vilja hava FSF aðalfundin at samtykkja, at hesi feløgini skulu fyrireika kappróðurin á tjóðarhátíðini saman við Havnar Róðrarfelag

KAPPRÓÐUR

Á aðalfundinum hjá Róðrarsambandi Føroya, RSF, sum verður 2. hvítusunnudag, vilja Róðrarfelagið Knørrur í Havnini og Argja Róðrarfelag hava limafeløgini at samtykkja, at hesi bæði feløgini skulu fyrireika ólavsøkukappróðurin saman við Havnar Róðrarfelag.
Feløgini skjóta upp, at grein eitt í reglunum hjá RSF fyri føroyameistaraheitið í kappróðrið verður broytt.
Higartil hevur staðið í grein eitt soleiðis: ? Tað eru 7 stevnur, sum geva stig til føroyameistaraheitið í kappróðri. Tær eru Norðoyastevna, Fjarðastevna, Eystanstevna, Jóansøka, Sundalagsstevna, Vestanstevna og Ólavsøka?.
Knørrur og Argja Róðrarfelag vilja hava RSF aðalfundin at leggja hetta afturat orðingini í grein eitt: ? Sum fyrireikarar fyri hesum stevnum standa Klaksvíkar Róðrarfelag fyri Norðoyastevnu, Vestmanna Ítróttarfelag, Ungmannafelagið Strálan og Skála Róðrarfelag fyri Fjarðastevnu, Kappróðrarfelagið NSÍ og Ítróttarfelag Fuglafjarðar fyri Eystanstevnu, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Kappróðrarfelag fyri Jóansøku, Hósvíkar Róðrarfelag, Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelag og Kollafjarðar Ítróttarfelag fyri Sundalegsstevnu, Sørvágs Róðrarfelag, Miðvágs Kappróðrarfelag og Sandavágs Ítróttarfelag fyri Vestanstevnu og Havnar Róðrarfelag, Argja Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fyri Ólavsøku?.
Í viðmerkingunum til uppskotið vísa tey bæði feløgini á, at tey eru ikk heilt nýggj í kappróðri longur. Felagið á Argjum varð stovnað í 1982, og Knørrafelagið varð stovnað í 1985. Víst verður eisini á, at úrslitini hjá feløgunum tala fyri, at tey í allar mátar royna at taka uppgávu sína í álvara, og bæði hava roynt at givið sítt íkast til føroyskan kappróður.
Feløgini halda, at framtíðin er treytað av ungdómsarbeiðnum, og at tey tí leingi hava arbeitt fyri at fáa lut í teimum skyldum, rættindum og fíggjarligum ágóðum, sum fyriskipanin av ólavsøkuróðrinum gevur. Feløgini halda, at Havnar Róðrarfelag sum fyrireikari av ólavsøkuróðrinum hevur stóran fyrimun sammett við hini feløgini. Tey siga seg hava heitt á Havnar Róðrarfelag, RSF og Tórshavnar býráð fyri at sleppa upp í part og harvið eisini at fáa lut í inntøkunum, sum Ólavsøkan ber við sær, men at einki er komið burturúr samráðingunum. Tí verður uppskotið um broyting í grein eitt í ásetingum fyri FM róður lagt fyri aðalfundin.

Skeiv adressa
Á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, drekin.fo, verður ikki tikið undir við uppskotinum. Heimasíðan mælir feløgunum til at finna sær aðrar inntøkukeldur og harvið at Havnar Róðrarfelag framvegis, sum teir hava havt tað í mong ár, skal eiga rættin at fyrireika og harvið eiga inntøkurnar og útreiðslurnar í sambandi við kappróðurin á Ólavsøku. Víst verður eisini á, at umframt tey bæði nevndu feløgini eru fleiri onnur róðrarfeløg í Tórshavnar Kommunu. Her verður hugsað um felagið í Hoyvík og felagið í Kollafirði.
Havnar Róðrarfelag dugir ikki at síggja, at hetta er eitt mál fyri aðalfundin hjá RSF, men at hetta er eitt mál, sum eigur at vera viðgjørt millum kommununa og feløgini í kommununi.
Formaðurin í Róðrarsambandinum, Hannis Joensen, vil ikki vera partur av viðgerðini av hesum málinum. Tað vil hann ikki, tí hann í mong ár hevur verið og er limur í Havnar Róðrarfelag. Málið er tískil latið næstformanninum, Jan Herman Hansen, at taka sær av.
Jan Herman Hansen sigur, at somu feløg løgdu sama mál fyri aðalfundin í 2001. Tá varð tað tikið upp undir ymiskum, og tá varð tað avvíst av feløgunum, sum ikki mettu, at hetta var spurningur fyri RSF at taka sær av, men heldur fyri tey í Havnini.
- Nú er talan um uppskot til broyting í ásetingunum, og reglurnar siga, at í sovornum føri skal málið viðgerast. Men tað merkis ikki tað sama, sum at tað skal setast undir atkvøðugreiðslu, sigur Jan Herman Hansen, næstformaður í RSF.