Fleiri vilja eiga flogfar

Í mars mánaði í 2005 byrjaði týska Lufthansa sum fyrsta flogfelagið í heiminum at bjóða leiguflogfør til múgvandi europar, sum ikki longur halda tað vera nóg fínt at flúgva á business-class. Nú tvey ár eru liðin er greitt, at eftirspurningurin eftir nýggja konseptinum er somikið stórur, at Lufthansa í næstum keypir sín egna flota av privatflogførum. Higartil hevur felagið leigað kapasitet frá NetJEts. Nýggju flogførini verða keypt í 2008, og verða tey sera væl útgjørd, skilst.