Á fyrsta sinni í níggju ár, vilja fleiri danskir ungdómar í 10. flokk
Eftir summarsteðgin fer annarhvør næmingur í 9. flokki víðari í 10. flokk. Hetta er hægsta talið síðani 2006, vísa donsk hagtøl.
Hetta hendir, hóast stjórnin í fleiri ár hevur roynt at avmarka áhugan, soleiðis at tey ungu kundu fara skjótari gjøgnum útbúgvingarskipanina, skrivar Jydske Vestkysten.
- Hetta er sera óheppið. Fleiri kanningar vísa, at alt ov nógv velja 10. flokk í mun til tørvin, sigur Charlotte Rønhof frá Dansk Industri.










