Fleiri við tilknýti til Trump smittað

Koronutilmæli ikki hildin í Hvítu húsunum

Eftir at Donal Trump, forseti, fekk staðfest koronuvirus, er ein tíðindafundur í rósugarðinum í Hvítu húsunum av álvara komin undir sjóneykuna, tí átta av teimum, ið vóru á fundinum, hava fingið staðfest koronu.

Endamálið við fundinum var at formliga tilnevna Amy Coney Barrett til amerikanska hægstarættin.

Men á sjónbandaupptøkum, ið eru frá tiltakinum, sæst, av vanligu koronutilmælini vera mestsum ikki hildin, og bert nøkur fá ganga í masku.

Summi teirra uppmøttu heilsaðu við albogunum, meðan onnur, heilsaðu við nevunum, tóku lógvatak ella hálsfevndust.

Millum annað Mike Lee, republikanskur senatorur frá Utah, hálsfevnir fleiri fólk, og hann er eisini millum teirra, ið hava fingið staðfest smittuna.

Umframt forsetahjúnini og Mike Lee, eru eisini fyrrverandi New Jersey guvernørurin, Chris Christie, fyrrverandi talskvinnan fyri Hvítu húsini, Kellyanne Conway og onnur.

Tað er kortini ikki staðfest, at tey smittaðu hava fingið smittuna frá tiltakinum.