Ólavsøkurøða
Sosialurin hevur í morgun roynt at fingið fatur á øllum floksformonnunum fyri at fáa viðmerkingar til røðu løgmans á ólavsøku.
Tað er mangan trupult at fáa fatur á fólki beint eftir ólavsøku og serliga fyrrapartin dagin eftir, og soleiðis hevur eisini verið í morgun.
Í blaðnum í dag hava vit viðmerkingar frá nøkrum av floksformonnnum, og blaðnum í morgin hava vit viðmerkingar frá teimum, sum ikki eru við í dag.
Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar, at allir floksformenninir soleiðis ikki eru við í sama blaði.