Fleiri verða vónbrotin í dag

Upptøkukrøvini til hægri lestrarstovnarnar í Danmark eru nógv hækkaði, og eru krøvini tey hægstu nakrantíð. Umleið 15.000 fólk fáa í dag ein lítlan brævbjálva, har tað stendur at tey ikki eru sloppin inn á dreymaútbúgvingina. Í dag eru brævbjálvarnir frá lestrarstovnunum í Danmark komnir til Føroya, og á Posta arbeiða tey við at sortera bjálvarnar og gera klárt til eina minni innrás at vónríkum ungum fólkum, sum bíða eftir svari úr Danmark. Men upptøkukrøvini eru hækkaði á flest øllum útbúgvingum, og hevur tú søkt eitt nú til lækna, altjóða handil ella stjórnmálafrøði, krevst eitt ótrúliga gott høvd fyri at verða upptikin.

Eitt nú skal tú hava 10,9 eftir nýggja skalanunm fyri at sleppa inn til Journalistik og humanistisk basis á RUC.

Ætlaði tú at lesa til lækna, eru upptøkukrøvini 10,8 í Keypmannahavn.

International Business á CBS í Keypmannahavn krevur eisini 10,8, og stjórnmálafrøði á Keypmannahavnar Universiteti er eisini hækkað til 10,7 eftir nýggja 7-talsstiganum.

Í alt hava eini 6.000 eyka fingið pláss á hægri lærustovni, og tað er tað mesta nakrantíð. Samstundis hava tað heldur ongantíð verið fleiri, sum hava fingið eitt nei, tey eru umleið 15.000 í tali.

Les í Politiken um upptøkukrøvini á øllum útbúgvingunum við at trýsta her.