Fleiri veljarar vísa andstygd

Sambært seinastu veljarakanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin, eru tað alsamt fleiri veljarar, ið eru móðir og troyttir av politikkinum í Føroyum. Fleiri veljarar svara, at teir høvdu ikki farið á val, um val var í morgin.

Tá seinasta veljarakanningin varð gjørd í mars mánaði, vóru tað tilsamans 10 fólk av 500, sum søgdu seg ikki vilja fara á val, svarandi til 2 prosent. Í nýggjastu veljarakanningini broytist hetta tal eitt vet uppeftir. Tað eru nú 14 fólk av 518, sum ikki siga seg vilja fara á val, um val var í morgin. Hetta svarar til 2,7 prosent av øllum veljarum.

Hesi tøl kunnu lættliga tykjast at verða smá og einkisigandi, men hyggja vit nærri at tølunum, eru tað í dag veljarar úr øllum flokkum - uttan Framsókn - sum siga seg ikki vilja fara á val, um val var í morgin.

Í veljarakanningini frá mars mánaði, vóru tað bert veljarar hjá samgonguflokkunum - Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum - ið svaraðu hetta. Tískil kann tað verða okkurt, ið bendir á, at veljarar í størri mun nú enn áður velja at setast aftur. Hetta kann vera ein ábending um, at fleiri veljarar vísa andstygd fyri samlaðu politisku skipanini enn áður. Tó hava veljarakanningar altíð óvissu tengda at sær, og tískil skulu slík tøl takast við fyrivarni.

Eitt annað áhugavert rák í nýggju veljarakanningini er, at sambandsveljarar í størri mun enn aðrir vísa ónøgd við sín egna flokk, og tí siga seg vilja atkvøða blankt, um val var í morgin.

Meðan allir hinir flokkarnir hava ávikavist eina ella onga blanka atkvøðu millum tey, ið valdu tann flokkin seinast, svara heili fimm fólk, sum valdu Sambandsflokkin á valinum í oktober, at tey høvdu atkvøtt blankt, um val var í morgin.

Tá valið var hin 29. oktober, gekk Tjóðveldi nógv aftur. Tað tóktist tá, sum at veljarar hjá flokkinum revsaðu hann fyri teirra part í minnilutastjórnini, teirri sokallaðu »makrelsamgonguni«. Í nýggjastu veljarakanningini frá Gallup Føroyar sæst, at Tjóðveldi gongur nógv fram, og stendur nú aftur til at fáa átta tingsessir móti seks tingsessum við valið seinast.

Tað serliga áhugaverda er, at tað eru seks av teimum 101 fólkunum, ið nú siga seg velja Tjóðveldi, um val var í morgin, sum ikki vóru á vali seinast. Hetta er meira enn hjá øllum hinum flokkunum. Tískil kann tað tykjast sum, at veljarin hjá Tjóðveldi er liðugur við at harta flokkin fyri teirra leiklut í »makrelsamgonguni«.

Tað er Rás2, sum í dag ger hesar niðurstøður eftir veljarakanningina, sum Gullup Føroyar herfyri gjørdi fyri Sosialin.