TRIATHLON
Tað tykist, sum alsamt fleiri føroyingar fáa áhuga fyri blandingsítróttargreinini triathlon, ið kann íðkast í ymsum teinum og síðani kemur heilt upp í ironman-longdir. Hetta var í øllum førum ein av niðurstøðunum eftir FM-kappingina í tí stytsta teininum, sprint triathlon, ið var sunnudagin.
Her var talan um 750 metra svimjing, 20 kilometra súkkling og seks kilometra renning, og tað er ikki longri enn so, at tað kunnu tey saktans royna, ið umhugsa at fara undir at gera meira við slíkar kappingar, men ikki ordiliga vita, um hetta er nakað fyri tey.
– Onkuntíð eru nýggj fólk komin við til hesa kappingina, ið altíð plagar at vera um hesa tíðina á árinum, tá veðrið kann vera svikaligt. Og tá hava vit ofta sæð, at tað bara gjørdist til ta einu kappingina, tí vánaliga veðrið kanska ikki gjørdi tað til akkurát ta upplivingina, tey høvdu vónað, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið sjálvur vann kappingina sunnudagin.
– Men vit vóru heppin við veðrinum, tí hesa ferð var stórt sæð bara eitt sindur av vindi á einum parti av súkkluteininum. Har, sum vit runnu, darvaði veðrið einki, og svimjingin var sjálvandi innandura, so kanska hevur henda kappingin givið okkum tilgongd, ið verður varandi. Í triathlon ræður mest um egnan mátt og egna megi, tí tú ert einsamallur, og tað sær út til at tiltala mong.
Guðmundur ikki við
Sjálvur hevur Gunnar okkurt árið gjørt meira við triathlon, enn hann hevur gjørt í ár. Í fjør var hann eitt nú við til tvær kappingar í Danmark, har hann vann í sínum aldursbólki, men av tí at hann hevur havt trupulleikar við renningini, hevur tað líkasum hildið honum aftur.
– Men hesa ferð vísti tað seg at ganga væl við renningini eisini, og tá eg hyggi at tíðunum, so lá hvørt umfarið um fýra minuttir, sum er í lagi. Alt í alt eri eg nøgdur, og serliga, tí eg fekk runnið ígjøgnum hesa ferð, sigur hann.
Ein annar triathletur, ið hevur tikið seg nógv fram, er Guðmundur Joensen, sum tó ikki var við sunnudagin, tí hann í staðin var við í einari stórari fjórðings Ironman-kapping niðri, har hann gjørdist nummar fimm. Hann hevur vakt so mikið ans, at hann hevur fingið tilboð um at venja við góða danska elitufelagnum, TRI4, og tað hóskar honum væl, nú hann hevur valt at satsað upp á triatlon.
– Saknur var í Guðmundi, sum hevur tikið seg sera nógv fram og óivað eisini hevði vundið burtur úr mær, um hann var við. Man har var so eitt nú Andrass Joensen, ið roynist drúgvur, umframt at eg fekk størstu kappingina frá einastu kvinnuni í kappingini, Súsannu Skylv, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið bara var níggju sekund framman fyri hana, tá avtornaði.
Drúgt klædnaskifti
Hjá Súsannu var FM-kappingin sunnudagin síðsta høvið at fínpussa formin undan hennara næstu stóru avbjóðing, sum er hálv Ironman-kapping í Monaco sunnudagin, ið samstundis gevur atgongd til World Championship-kappingina í Florida í USA, um hon endar millum tvær tær fremstu.
– Eg haldi sjálv, at tað gekk fínt, og eftir umstøðunum eri eg nøgd. Tað var nokk so stuttligt, at eg skuldi vera bara var nøkur sekund frá at taka Gunnar eisini. Men tað besta var, at eg kundi vera við í kappingini, so eg fekk meg roynda, áðrenn næsta avbjóðingin er á skránni, sigur hon.
– Millum annað kostaði klædnaskiftið millum svimjingina og súkklingina dýrabæra tíð, so hesum lærdi eg nakað av, tí har brúkti eg ein hálvan minutt meira enn Gunnar. Eg royndi teir skógvarnar, sum tey professionellu brúka, við elastikki og øllum, men tað tók mær ov langa tíð, so tað fari eg ikki at brúka í Monaco. Harnæst helt eg veðrið vera verri, enn tað var, so eg læt meg í so væl í – bæði við longum ermum, jakka og longum buksum – og tað kostaði alt tíð hjá mær.
Súsanna var smáar tveir minuttir skjótari úr svimjihylinum enn Gunnar, men í súkklingini royndist hann drúgvari og fór væl framum, men tá tað kom til renningina, var tað hinvegin Súsanna, ið alla tíðina minkaði um munin, sum altso bara gjørdist níggju sekund, tá avtornaði.
– Eg rokni ikki við, at monnum dámar serliga væl at tapa fyri einari kvinnu, men eg vænti allíkavæl, at næstu ferð vinni eg á øllum monnunum, sigur Súsanna, sum í dag fer avstað við kós ímóti stóru avbjóðingini í Monaco.