Í 2013 vóru 38.000 tons av olju brúkt til elframleiðslu. Í 2015, tá ið vindmyllulundin í Húsahaga kom í fullan rakstur, minkaði talið heilt niður í 27.000 tons. Í 2018 varð oljunýtslan vaksin aftur til 38.000 tons. Hetta vegna stóran vøkstur í nýtslu, heilar 36 GWh, sum allir eru framleiddir við tungolju, tí ongin útbygging av varandi orku hevur verið hetta tíðarskeiðið.
Fyrsta hálvár í 2019 hevur vøksturin í nýtsluni verið næstan 10%, upplýsir Umhvørvisstovan.
– Tað er tí alneyðugt at seta ferð á grønu útbyggingarnar, bæði fyri at minka um verandi oljunýtslu og fyri at nøkta vøksturin í nýtslu av elorku, sigur Umhvørvisstovan.
Ongin nýggj grøn framleiðsla er komin seinastu fýra árini, og hetta hevur uttan iva negativa ávirkan á hugin hjá fólki at velja grønar orkuloysnir, heldur Umhvørvisstovan.
Men næstu árini er ætlanin at fáa fleiri vindmyllur, og tað fer at gera, at Føroyar verður grønari.
Umhvørvisstovan vísir tó á, at pumpuskipanir eru neyðugar.
– Pumpuskipanir skulu gerast beinanveg, so grøn avlopsorka kann fáast til høldar og rúm verður fyri enn meiri vindorku og sólorku, sigur Umhvørvisstovan.
– Tað ber væl til at røkka málinum, sum er á burðardyggum grundarlagi at gerast óheft av olju og at liva upp til altjóða veðurlagssáttmálar. Kravið er tó, at vit geva hvørjum øðrum rúm til at lyfta í felag, sigur Umhvørvisstovan.