Hóast danska stjórnin roynir at fáa fólk at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, eftir at tey hava fylt 60, velja alt fleiri og fleiri at taka av tilboðnum um at fara frá við eftirløn. Ein uppgerð hjá donsku hagstovuni vísir, at tað seinasta árið eru meiri enn 8.600 fólk komin upp í eftirlønarskipanina afturat, soleiðis at talið nú er farið upp um 180.000.
Í 1999 gjørdi stjórnin eina roynd at fáa fólk at bíða við at fara frá. Bíðaðu tey eitt ár, skuldu tey fáa so mikið meiri, tá tey fóru frá, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki havt nakra ávirkan. Tvørturímóti vísa hagtølini, at talið á teimum, ið velja at fara frá, tá tey eru 60 ella 61, veksur støðugt.
Klaus Kaiser, búskaparfrøðingur hjá Jyske Bank, sigur við Jyllandspostin, at stjórnin má gera okkurt fyri at venda gongdini, tí annars fara umleið 60.000 fleiri at fáa eftirløn um fimm ár. Hann ásannar kortini, at tað verður trupult hjá politikarunum at nema við málið.










