Sjey KT-veitarar eru áhugaðir í at geva tilboð til at menna nýggja borgaragluggan hjá TAKS. Talan er um Elektron, E7, NEMA, Formula, KREA, Appnet og KT húsið.
Borgaragluggin varð boðin út um miðjan desember, og síðani hava føroyskir KT-veitarar havt møguleika at hyggja nærri at útbjóðingartilfarinum hjá TAKS. Freistin var úti í dag at boða frá luttøku.
Á borgaraglugganum verður møguligt hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti við TAKS á netinum. Eftir ætlan verður fyrsta slepping(release) av borgaraglugganum klár seint í 2013.
Tann 20. februar 2013 er evsta mark hjá áhugaðum KT veitarum at lata inn eitt endaligt tilboð um at menna nýggja borgaragluggan.










