Fleiri vard størv

Leiðarin á arbeiðsmarknaðardeildini hjá Almannastovuni, Marjun Berg, heldur, at tað gongur rætta vegin við at fáa fólk við skerdum vinnuførleika út á arbeiðsmarknaðin

Handikappdagur
vilmund@sosialurin.fo

Marjun Berg, sum er leiðari á arbeiðsmarknaðardeildini á Almannastovuni, segði eisini nøkur orð á fundinum í Almannaráðnum, altjóða handikappdagin, 3. desember.
Hon greiddi frá, hvat Almannastovan hevur gjørt fyri at fáa fólk við breki út á arbeiðsmarknaðin.
- Upprættað er deild við stórari ekspertisu á Almannastovuni við leiðara, sum hevur hetta økið um hendi.
Hon segði, at politiskt hevur hetta økið verið ovarliga raðfest.
- Í samgonguskjalinum fyri 2002-2006 stendur, at almannaverkið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum skal tryggja fólki við skerdum arbeiðsførleika atgongd til útbúgvingar ella arbeiðsmarknaðin.
Marjun segði, at vegleiðing um vard størv varð gjørd á vári
2002, og innan langa tíð sær ein vegleiðing um endurútbúgving dagsins ljós.
- Heystið 2002 luttók Almannastovan á almennari ráðstevnu um trivnaðar-og heilsumál í Norðurlandahúsinum. Her varð kunnað um hugtakið um "rúmliga arbeiðsmarknaðin", og hvørjar stuðulsskipanir eru, ið kunnu hjálpa til at geva persónum við skerdum vinnuførleika fótafesti á arbeiðsmarknaðinum.
Hon segði, at Almanastovan hevur hildið tveir kunningarfundir við fakfeløgini, og somuleiðis hevur stovnurin havt tveir fundir við Vinnuhúsið.
- Á hesum fundum eru arbeiðsgevarar kunnaðir um, hvørjir stuðulsmøguleikar eru.
Marjun segði, at Almannastovan eisini hevur hildið fyrilestrar, eitt nú í hølunum hjá MBF, og at stovnurin hevur neyvt og støðugt samband við meginfelagið.
- Í august var Almannastovan á eini kunningarferð um alt landið, har samstarvspartar vórðu innbodnir.
Hon vísti á, at tá varð eisini kunnað um møguleikarnar
eftir forsorgarlógini at stuðla fólki við skerdum vinnuførleika.
- Almannastovan hevur neyvt samstarv við Alv-skúlan við Áir og við Alv-virksemið í Smiðjugerði. Bæði skúlin og virksemið í Smiðjugerði eru "stovnar" fyri fólk við skerdum vinnuførleika.
Marjun Berg helt, at tað gongur rætta vegin.
- Í ár 2000 vórðu stovnað trý vard størv, í ár 2001 var talið 8, í ár 2002 19, og higartil í ár eru stovnað 20 vard størv, segði hon.