Fleiri valstøð í Føroyum skulu niðurleggjast

Yvir 20 av teimum smáu valstøðunum skulu niðurleggjast

Nú skulu øll tey smáu valstøðini niðurleggjast.

Tað ger Annika Olsen, landsstýriskvinna, nú greitt.

 

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu gongst við ætlanini at niðurleggja smáu valdømini.

Ætlanin er at niðurleggja tey smáu valdømini, tí mett verður, at tey lúka ikki treytirnar fyri at valið skal vera loyniligt, sum er ein meginregla í vallógini.

 

Annika Olsen sigur, at eftir ólavsøku fer hon at leggja uppskot fyri løgtingið um at onki valstað kann hava færri enn 100 veljarar.

 

Samstundis kunnu kommunur ikki býta kommununa sundur í fleiri valstøð uttan so at hvørt valstað hevur minst 100 veljarar.

 

Viðvíkjandi fólkatingsvali er mannagongdin tann, at landssytýrið heitir á danska innanríkismálaráðharrin um at broyta kunngerðina um valstøð og so ger hann tað.

 

Samstundis sum at valstøðum verða niðurløgd, fáa fólk á útoyggj rætt at atkvøða við brævatkvøðu.

 

Ætlanin er ikki at broyta valskipanina soleiðis at atkvøður kunnu flytast ímillum valstøð áðrenn tær vera taldar upp. Hinvegin heldur hon, at tað hevur alstóran týdning at fyrsta uppteljingin fer fram á staðnum og at almenningurin hevur høvi at fylgja við í, at alt fer rætt fram og tí skal fyrsta uppteljingin verða á staðnum.

 

So vítt, vit hava fingið uppspurt, eru tað hesi valstøðini, sum sostatt verða niðurløgd í næstum:

 Mykines 11 veljarar

Hellurnar 13 veljarar

Hattarvík 14 veljarar

Elduvík 15 veljarar

Hestur 18 veljarar

Kirkja 25 veljarar

Gjógv 26 veljarar

Dalur 28 veljarar

Svínoy 29 veljarar

Mikladalur 36 veljarar

Árnafjørður 37 veljarar

Húsar 38 veljarar

Skúvoy 39 veljarar

Funningsfjørður 44 veljarar

Funningur 47 veljarar

Kunoy 50 veljarar

Haraldssund 52 veljarar

Tjørnuvík 52 veljarar

Húsavík  66 veljarar

Skálabotnur 70 veljarar

Sandvík 75 veljarar

Fámjin 81 veljarar

Lopra 87 veljarar

Hov 92 veljarar