Løgreglan hevur í nátt verið á ferð kring landið, har nummarplátur eru blivnar kliptar.
Herfyri frættist frá Akstovuni, at 416 eftirstøður í vegskatti vórðu latnar løgregluni til avgreiðslu, og eftir øllum at døma hevur løgreglan verið skjót á fótum.
Tí í nátt hava løgreglufólk verið kring landið og klipt nummarplátur av bilum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað kann vera eftirstøða í vegskatti, tryggingarviðurskifti ella sýnsviðurskifti, sum eru orsøk til, at nummarpláturnar verða kliptar.
Orsøkin til, at løgreglan hevur verið í túninum hjá fólki á miðjari nátt fyri at klippa nummarplátur er, at tað er tá man veit, hvar bilurin er. Um dagin er jú sannlíkt, at bilarnir eru á ferð onkrastaðni.
- Onkuntíð gerast fólk ørg um, at tey vakna til kliptar nummarplátur, men soleiðis er tað nú einaferð bara, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.










