Fleiri útbúgvingar setast á stovn í Klaksvík

Miðnámsskúlin í Klaksvík skal ikki niðurleggjast, tvørturímóti

 Skúlin hevur verið í Klaksvík í 40 ár, og hann hevur virkað væl. Tí síggi eg onga orsøk til at niðurleggja hann.

 

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir eru við miðnámsskúlunum í Klaksvík, serliga nú miðnámsskúlarnir kring landið verða skipaðir í deplar.

 

Bjørn Kalsø sigur tvørtur ímóti, at ætlanin er at byggja miðnámsskúlarnar í Klaksvík út, og at bjóða enn fleiri útbugvingar í teimum.

 

Í tí sambandi verður Tekniski Skúlin í Klaksvík nú bygdur út fyri 36 milliónir krónur Tá ið hann er liðugur í heyst, verða bæði matvøruútbúgvingarnar og HF-útbúgvingin,  fluttar í Tekniska Skúla og tá verða allar miðnáms- og yrkisútbúgvingar savnaðar á einum stað í Klaksvík.

 

- Fleiri útbúgvingar fara eisini í sama viðfangi at verða mentar. Til dømis fer at bera til at taka kokkaútbúgving og aðrar styttri matvøruútbúgvingar. Ætlair eru eisini um at menna samstarvið við miðnámsskúlan á Kambsdali og aðrar miðnámsskúlar, og at fleiri viðkomandi útbúgvingartilboð skulu standa næmingum í skúlanum í boði.

 

Bjørn Kalsø sigur, at í fyrstu syftu fer at bera til at taka hesar útbúgvingarnar í Klaksvík: Fyrireikingarbreyt, sum fyrr kallaðist HF, tøknibreyt, yrkisnám og yrkisútbúgvingar, altso timbur, jarn og el, umframt matvøruútbúgvingar.

 

- Men ætlanin er at bøta um útbúgvingarmøguleikarnar í Klaksvík, og í framtíðini verða fleiri útbúgvingartilboð, bæði gymnasialar og yrkisútbúgvingar.

 

Sostatt endar hann alt kjak um at niðurleggja HF skeiðið í Klaksvík og at leggja alt saman í ein skúla í Kamdsdali.

 

Klaksvíkar HF skeið, sum nú eitur fyrireikingarbreytin, verður framvegis í Klaksvík. HF- skeiðið hevur verið í Klaksvík í 40 ár og hevur virkað sera væl. Tí dugi eg onga orsøk at síggja til at seta spurnartekin við tilverugrundarlagið hjá skúlanum, sigur Bjørn Kalsø.