Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, tvíheldur um sessin sum forsætisráðharri hóast krøv úr øllum ættum um, at hann skal fara frá eftir tær lemjandi arfinningarnar í sambandi við kríggið við Hizbollah seinasta summar.
Nú royna tey, sum vilja hava hann frá, at fáa tjóðartingið Knesset at samtykkja misálit á hann. Higartil eru minst trý misálitisuppskot løgd fyri tingið, sum ætlandi fer at viðgera tey um nakrar dagar. Uppskotini eru bæði frá høgru og vinstru.
-Meirilutin av ísraelska fólkinum vilja hava forsætisráðharran frá, og tað krevur andstøðan eisini, sigur formaðurin í Likud-flokkinum, Benjamin Netanyahu. Eygleiðarar vænta kortini ikki, at nakað av misálitisuppskotunum verður samtykt, tí stjórnarsamgongan eigur 78 av teimum 120 tinglimunum.