Eik Banki sigur 14 fólkum úr starvi og leggur niður deildirnar í Gøtu og Sørvági, og aðrastaðni verða upplatingartíðir broyttar. Tann 15. mars lata deildirnar í Sørvági og í Gøtu aftur.
Virksemið, kundar og kundaráðgevar á hesum deildum verða flutt til ávikavist Miðvágs og Fuglafjarðar, har kundarnir fáa somu tænastu sum áður.
Á deildunum í Kollafirði, á Strondum og á Sandi merkir tillagingin, at upplatingartíðirnar frá 16. mars 2011 verða broyttar, soleiðis at hesar deildir hava opið frá kl. 12.00 til 16.00.
»Tillagingarnar«, sum bankin málber seg í tíðindaskrivi - hava eisini við sær, at stívliga 14 størv, bæði á umsitingardeildum og rakstrardeildum, verða niðurløgd.
- Vit harmast um at skula siga dugnaligum starvsfólkum farvæl. Hinvegin er eingin ivi um, at tillagingin er neyðug, tí talið á starvsfólkum og deildum má vera í samsvari við virksemi bankans, sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik.
Eftir tillagingina eru, umframt høvuðsdeildina, 13 kundadeildir í Eik og 215 fulltíðarstørv í mun til uml. 250 tann 1. oktober 2010.