Carlsberg og B&O hava nú boðað frá, at fleiri hundrað fólk har missa arbeiðið Bang og Olufsen, sum hevur høvuðssæti í Struer, hevur sambært danska kringvarpinum gjørt av at lata millum 200 og 300 starvsfólkum uppsagnarbræv.
Tað eru bara nakrir mánaðir, síðani fleiri hundrað fólk hjá B&O fingu sekkin, men tað var eftir øllum at døma ikki nóg mikið.
Bryggjarífyritøkan Carlsberg fer eisini at koyra fólk til hús. Leiðslan hevur boðað frá, at umleið 150 fólk har missa arbeiið í næstum.










