Meðan donsku stórhandlarnir fegnast um, at teir selja so nógv rúsdrekka sum ongantíð fyrr, boðar felagið Anonyme Alkoholikere frá, at alt fleiri og fleiri ungfólk niðan fyri 18 ár leita sær hjálp frá felagnum.
Forkvinnan hjá Anonyme Aqlkoholikere í Keypmannahavn, sum bert verður nevnd við fornavninum Helle, sigur við blaðið Urban, at av teimum umleið 3.000 limunum í danska AA, eru umleið 200 yngri enn 18 ár. Hon sigur, at talan er bæði um dreingir og gentur, og at tey eru úr øllum samfelsgsbólkum.
Á misnýtsluviðgerðarstovninum á Fyn mælir leiðarin, Anette Søgaard Nielsen, myndugleikunum til at hækka avgjaldið á rúsdrekka aftur. Avgjaldið fall tann 1. oktober í fjør, og hevur hevur gjørt, at munandi meiri rúsdrekka verður selt í Danmark nú. Anette Søgaard Nielsen mælir eisini myndugleikunum til at seta 18 ára aldursmark fyri rúsdrekkakeypi í handlunum