Fleiri ungir dreingir snúsa

Ein lítil helvt av ungum í 9. flokki hevur roynt snús síðsta mánaðin, vísir kanning.

Ein lítil helvt av ungum í 9. flokki hevur roynt snús síðsta mánaðin, vísir kanning.

 

Skúlablaðið skrivar í samandi við royking millum ung, sum er í stórari minking, at í staðin fyri at roykja eru alsamt fleiri ung – serliga dreingir – farnir at snúsa. Í navnloyndari spurnablaðskaning, sum varð gjørd í øllum 9. flokkum í Føroyum í vár, svaraðu 38,2 prosent av 569 næmingunum, at tey høvdu roynt snús. Ein lítil helvt hevði roynt snús seinasta mánaðin.

 

– So vandi er í hvørjari vælferð, skrivar Skúlablaðið, sum kortini heldur tað vera góð tíðindi, at tann hættisligasti óvanin av øllum, sigarettroyking, er í støðugari afturgongd, sum tann seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísir.

 

Meira kann lesast um kanningina í Skúlablaðnum VIÐ AT TRÝSTA HER.