Talið á ungfólki, sum eru til avvenjngar á Blákrossheiminum, er veksandi.
Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum.
Í fjør vóru tvey ungfólk undir 19 ár til avvenjingar og 11 fólk vóru ímillum 20 og 29 ár. Hetta er tvær ferðir so stórt tal sum í 2015, sigur Blákrossheimið.
Tørvurin at viðgera ung er framvegis stórur, men tey krevja serviðgerð, siga tey. Tey vísa samstundis á, at heldur enn at vera so illa bundin av rúsdrekka burturav, brúka tey ungu í størri mun hassj, amfetamin, kokain, heroin og onnur sterk rúsevni, saman við rúsdrekka. Og tað er verri at fáast við og krevur eisini longri tíð til avvenjingar.
Tað er munur á teimum ungu og teimum tilkomnu misbrúkarunum og tað kann elva til trupulleikar í samskiftinum og í samveruni, siga tey á Blákrossheiminum
Men seinni í ár fer Blákrossheimið undir eitt serstakt viðgerartilboð til ungar misbrúkarar. Higartil hava ungir misbrúkarar onki serstakt avvenjingartilboð havt. Men herfyri læt Frælsi á Eiði, upp og nú ger Blákrossheimið eisini eina serliga viðger til ung, so nú hava ungir misbrúkarar tvey tilboð um avvenjingar.