Í fjør áttu mammur, sum vóru millum 15 og 19 ár, 31 av teimum 586 børnunum, sum komu í verðina í Føroyum á lívi.
Ellivu av teimum ungu mammunum búðu í Tórshavnarøkinum og fýra aðrastaðni á Streymoynni. Ellivu búðu í Eysturoynni, tríggjar í Suðuroynni, ein í Norðoyggjum og ein í Vági.
Eingin so ung mamma var í Sandoynni.
Hetta svarar til, at 5,2 av mammunum vóru undir 20 ár.
Flestu páparnir vóru í aldursbólkinum 30 til 34 ár. Ein pápi var undir 17 ár, og 23 vóru yvir 45 ár.
Í 2010 var eingin pápi undir 17 ár, og 20 pápar vóru yvir 45 ára gamlir.
Fleiri roykja
Hagtølini í Heilsulýsingini hjá Landslæknanum siga, at sambært ljósmøðrunum royktu 87 av teimum 586 barnakonunum, tá ið tær vóru til fyrstu barnakonukanning. Hetta svarar til 14,8 prosent. Árið fyri royktu 12,7 prosent av barnakonunum.
26 barnakonur svaraðu ikki í fjør, um tær royktu ella ei.
Børnini hjá teimum, sum royktu, vigaðu í miðal 83 gramm minni enn børnini hjá hinum. Árið fyri var miðalvektin á teimum børnunum 136 gramm minni.
Tey tyngstu børnini vóru í Norðoygggjum, í miðal 3738 gramm. Tey lættastu vóru í Norðurstreymoy.