Fleiri og fleiri ung fara til avvenjingar hjá Bláa Krossi. Tað sigur felagsskapurin, nú árið í fjørð er gjørt upp.
Í fjørð vóru 12 fólk ímillum 18 og 30 ár í viðgerð. Tað eru fýra færri enn í 2012, tá ið 16 fólk í hesum aldursbólki vóru í viðgerð. Men verður farið nøkur ár aftur, vísir tað seg at talið á ungum fólki, sum fer í viðgerð hjá Bláa Krossi, er veksandi.
Í 2006 vóru bara fýra ung fólk í aldrinum 18-30 ár í viðgerð fyri misnýtslu Í prosentum er gongdin frá 2006 til 2011 soleiðis, at í 2006 umboði aldursbólkurin frá 18 til 30 ár, 2 prosent av teimum sum vóru í viðgerð, í 2008 umboðaðu tey 10 prosent, og í 2009 vóru heili 19 prosent av teimum, sum vóru í avvenjing í aldursbólkinum 18-30 ár.
Í 2010 fall talið aftur niður á 16 prosent, og aftur niður í 12 prosent í 2011. Í 2012 vaks prosentparturin til 14 prosent og í 2013 fall tað aftur niður í 10 prosent.
Hóast talið er lægri enn bæði í 2009, 2010 og 2012, hevur tað í fleiri ár ligið omanfyri 10 prosent, sigur Blái Krossur.
- Hetta vísir, at gongdin í misnýtsluni er brytt og hetta er eisini ein trupulleiki, ið má takast í álvara, siga tey í Bláa Krossi.
Tey siga, at tey ungu nýta í størri mun hash, amfetamin, kokain, og onnur narkotisk evni saman við rúsdrekka.
Hetta ger, at tað aloftast er verri at fáast við, og tekur longri tíð at viðgera. Í Bláa Krossi vildu tey havt eitt serstakt viðgerðartilboð til ung, tí tað er ikki lætt hjá teimum at vera saman við teimum eldru misnýtarunum
Tað hevur Blaí Krossur gjørt vart við, bæði í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum.
Blái Krossur leggur afturat, at fleiri av teimum ungu verða send av landinum at fáa viðgerð, men tað hevði verið munandi betri fyri tey, og bíligari fyri samfelagið, at tey fingu viðgerð í Føroyum.
|










