Fleiri umbyggingar í svimjihøllini

Klaksvík: Teir svimjihugaðu klaksvíkingarnir mugu enn einaferð brynja seg við toli hesa vikuna.

Herfyri varð høllin stongd vegna umvælingar. Og nú eru teir so farnir undir tað teir nevna 2. byggistig.
Hetta arbeiðið verður gjørt í hesi vikuni, og tí er høllin eisini afturlatin. Arbeiðið umfatar m.a. umlegging av rørleiðingum, og tað er í hesum sambandi at hyljarnir skulu tømast.
Sum skilst tekur arbeiðið bara hesa vikuna, og tí verður latið upp aftur seinnapartin komandi mánadag.