Fleiri um boðið

Líkt er nú til, at fleiri føroysk feløg sýna áhuga í at knýta Óla Johannesen at sær

Fyri stuttum frættist, at tvørámenn arbeiddu við ætlanum um at fáa Óla Johannesen heim aftur at styrkja liðið í royndunum at vinna sær sætið aftur í bestu deildini.

Sum skilst, eru hesar ætlanir enn ikki sleptar, men líkt er nú til, at TB fær kapping frá øðrum feløgum, sum eisini vilja hava fatur á undirskriftini hjá landsliðsmanninum.


GÍ eisini um boðið

Fyrrapartin í gjár frættist nevnliga, at gøtumenn eisini hava vent sær til AGF, fyri at vita um møguleiki er fyri at fáa landsliðsleikaran í hópin hetta kappingarárið.

Sambært teimum upplýsingum, sum Sosialurin hevur fingið fatur á, hevur AGF boða føroysku feløgunum frá, hvat kostnaðurin fyri at leiga Óla Johannesen er, og sum skilst hava føroysku feløgini eisini gingið leiðsluni á møti í peningaliga spurninginum.

Sostatt er tað nú upp til Óla sjálvan at avgera, hvørt hann framhaldandi skal royna at vinna sær pláss á AGF liðnum, spæla fyrstudeildarfótbólt í Gøtu ella fara aftur til barndómsfelagið at spæla í næstbestu føroysku røðini.

Sjálvur sigur Óli, at hann enn ikki hevur gjørt av, hvørja støðu hann fer at taka í málinum. Væntandi verður hetta tó avgjørt ein av fyrstu døgunum, og sjálvur vil Óli ikki útiloka nakran av møguleikunum.

Allarhelst eru tað eisini fleiri lutir, sum spæla inn, tá henda avgerðin skal takast. Danska felagið hevur júst skift út á venjarasessinum, og um nýggju venjararnir hava størri álit á føroyinginum, er lítið at ivast í, at hann verður verandi við tí fyri eyga at vinna sær sætið á liðnum.

Eru útlitini fyri spælitíð á besta liðnum ikki betraði, røkist hinvegin fyri, at landsliðsmaðurin kemur aftur til Føroya, men har er spurningurin so, hvat felag skal hava ágóðan av fótbóltsevnum hansara. Stóri spurningurin í hesum sambandi er helst, hvussu verður við landsliðssessinum, um Óli komandi tíðina fer at spæla í aðru deild.


Skaðin batnaður

Í løtuni dregist Óli Johannesen við einum skaða í knænum, sum eisini hevur noytt hann at geva avboð til landsdystin móti Liktinstein.

Sjálvur sigur Óli tó, at talan ikki er um nakran álvarsligan skaða, og at hann nú so spakuliga er um at fara í holt við regluligu venjingina. Seinastu tíðina hevur tað annars mest verið í rúminum til styrkisvenjing, at Óli hevur nýtt venjingartímarnar, men vónandi gongur ikki leingi, áðrenn hann aftur er at síggja á grasinum. Hvørt hetta so verður ektað gras ella graslíki fer tíðin at vísa.