Lembingin í Koltri er tíðliga á veg í ár. Tað veit fyristøðumaðurin, Bjørn Patursson, at siga á Facebook-síðuni, Koltur.
Orsøkin er, at tey lótu brundarnar ganga í haganum frá tí, at teir vórðu gjørdir upp á heystfjallinum í oktober síðsta ár.
- Fleiri tvílembur eru at síggja, men tað er eisini vanligt, at tvílemburnar lemba fyrst, sigur Bjørn Patursson.
Tá fyristøðumaðurin var í haganum skírisdag hin 18. apríl, høvdu bæði seyður og lomb tað gott. - Seyðurin lá høgt, og umstøðurnar annars vóru góðar, legði hann aftrat.