Tunilsgerð
Fleiri kanningar skulu gerast av undirlendinum, áðrenn farið verður undir at bora tunnilin í Suðuroy, sigur landsverkfrøðingurin.
Tað eru ymsar meiningar um, hvar best er at leggja nýggja tunnilin millum Øravík og Hov. Landsverkfrøðingurin hevur eina linju, meðan annað felag, NCC, heldur at betri er at leggja tunnilin aðra leið.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sigur, at reint ferðslutekniskt er tann leiðin, sum NCC heldur vera ta røttu, betri at leggja tunnilin.
At hann so ikki bara utan nakað hóvasták verður lagdur har, kemst av, sigur Oyvindur Brimnes, at landsvekrførðingurin hevur fingið greiðar ávarðingar um, at jarðfrøðiliga er tann linjan verri enn hin, sum landsverkfrøðingurin heldur, at tunnilin skal hava.
Tí er gjørt av at biða eitt norskt serfrøðingarfelag, O.T. Blindheim, um at gera nýggjar kjarnuboringar fyri at staðfesta, hvussu lendið er, sigur landsverkfrøðingurin.
?Vit meta tað óforsvarligt bara uttan víðari at fara undir at gera tunnilin aðrastaðni, enn ætlað. Tí hava vit gjørt av at gera nýggjar kanningar, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann sigur, at ætlandi vera kanningar, projektering og annað slíkt fyrireikingararbeiði liðugt í summar ella heyst, so bjóðast kann út seinni í ár. Miðað verður eftir at fáa ein fastpríssáttmála, sigur hann.
Men alt hongur á løgtingsmonnum. Tí anleggslógin er ikki samtykt enn, og eingin veit heldur, hvussu verður við samferðsluhavnini á Drelnesi, sum tosað hevur verið um at brúka grót úr tunlinum til.