Fleiri tunlar lúka ikki tey nýggju trygdarkrøvini

Eftir langtíðarætlanini hjá Landsverki verða tveir tunlar nútímansgørdir hesi næstu árini

Fleiri tunlar kring landið eru ikki nútímansgjørdir soleiðis at teir hóska til ferðsluna og tey nýggju trygdarkrøvini.  Tað ásannar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Men hann leggur afturat, at Landsverk metir kortini, at eingin av teimum er beinleiðis ótryggur.

 

Jóannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um hann heldur, at tilbúgvingin í Kollafjarðartunlinum er tíðarhóskandi og trygg og hvat hann ætlar at gera fyri at bøta um trygdina.

 

Landsverk hevur víst á, at játtan ikki er nóg stór til at gera nakað fyri at lúka nútímans trygdarkrøv í teimum eldri tunlunum, sigur Jóannis Joensen.  Hann ásannar, at er tilbúgvingin ikki nøktandi, kann tað skjótt verða álvarsligt, tí tað er ikki óhugsandi, at hetta kann hava vanlukkuligar avleiðingar við sær.

 

Jørgen Niclasen vísir á, at tilsamans hava vit 447 kilometrar av landsvegi og 32 kilometrar av tunlum Tunlar verða gjørdir eftir teimum krøvum, sum eru galdandi tá ið teir verða bygdir, sigur landsstýrismaðurin. Í hesum sambandi fylgir Landsverk teimum norsku trygdarkrøvunum.

 

Men hann viðurkennur, at fleiri tunlar eru ikki nútímansgjørdir, so at teir hóska til ferðsluna og tey nýggju trygdarkrøvini - men sambært Landsverki er eingin av tunlunum beinleiðis ótryggur heldur.

 

Hann sigur, at ein tilbúgvingarætlan er gjørd fyri allar teir nýggju tunlarnar og fyri teir flestu av teimum gomlu tunlunum.

 

– Tunlarnir har tað koyra flest bilar, hava hóskandi trygdarútgerð. Hinvegin hava Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin, tørv á at trygdarskipanin verður nútímansgjørd. Teir hava eisini tørv á nýggjari tekniskari útgerð og at fáa brandventilatión.

 

– Landsverk metir tó at tilbúgvingin er nøktandi í Kollfjarðartunlinum og í Leirvíkstunlinum, men ynskiligt er, at trygdarskipanin verður nútímansgjørd, so hon kemur upp á sama stig sum Hvalbiartunnilin.

 

Jørgen Niclasen sigur, at tað hevur eydnast at hækka játtanina til ábøtur á landsvegnum og eftir langtíðarløguætlanini eru pengar settir av til at nútímansgera Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin.