Fleiri trolarar landa mánadagin

Væntandi landa eini tvey ella trý pør mánadagin - og so nøkur aftrat seinni í vikuni.

- Allir partrolarar eru til fiskiskap, og væntandi er, at eini tvey ella trý pør koma inn at landa mánadagin og so nøkur aftrat seinni í vikuni.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá partrolarunum framvegis ikki er nakað at reypa av.

 

Í dag, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap, men væntandi er, at aðrir fara út, sum dagarnir ganga.

 

- Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og væntandi koma allir inn at landa mánadagin. Trolbátarnir hava mest av toski, tungu, reyðsprøku og havtasku.

 

Lagt verður aftrat, at tveir trolbátar fiska uttan fyri landleiðina. Teir fáa mest av toski og hýsu og so eitt sindur av upsa og flatfiski.

 

Væntandi landa hesir bátar tíðliga í vikuni sum kemur. Fiskiskapurin hjá flestu trolbátum er á einari leið í løtuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og væntandi koma bæði skipini inn at landa mánadagin. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er vánaligur í løtuni.