- Fleiri partrolarar eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er einki at reypa av. Tó hevur okkurt parið havt hampiligan fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
- Fimm djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Allir fiska upsa og koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Lagt verður aftrat, at seks trolbátar eisini eru til fiskiskao. Teir fiska allir havtasku og koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.
- Tvey garnaskip eru til fiskiskap. Annað fiskar svartkalva, og hitt fiskar havtasku. Skipið, sum fiskar svartkalva, landar síðst í vikuni. Hitt skipið selur veiðina beinleiðis.
Sagt verður, at fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smáligur.










