Fleiri trø í Havn skulu fellast í desember

Í summar varð ein ráðgevi biðin um at gera eina skráseting av trøunum í miðbýnum.

Savnsmynd

Skrásetingin vísti, at fleiri trø tørva røkt, eins og fleiri trø eru í so ringum standi, at tey eiga at verða feld.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna, sum eisini sigur, at í fyrstu atløgu er avgerð tikin um at fella tey trø, ið eru til vanda fyri fólk og fæ og harvið mett mest átrokandi at fella.

 

– Har tað ber til at planta nýggj trø uttan stórvegis arbeiði, verða nýggj trø sett niður, skrivar kommunan.

 

Arbeiðið fer fram í desember mánaði.

 

##med2##

 

Trøini, ið verða feld, sært tú á korti her:

 

##med3##

 

Savnsmynd