Fleiri trivaligir sigrar í 1. Deild

Áðrenn kappingarbyrjan var greitt, at bert fýra lið hava møguleika at flyta upp í bestu deildina. Hetta kemur millum annað av at GÍ og LÍF hava lagt saman í felagið Víkingur, og at deildin annars er mannað við liðum, ið hava teirra besta lið í Formula deildini, og teirra næstbestu í 1. Deild.

 

Liðini, ið hava møguleika at flyta upp eru:

AB, 07 Vestur, TB og VB/Sumba. Av hesum fýra liðunum vóru trý teirra í dysti í dag, meðan VB/Sumba spælur í morgin.

 

Á Argjum ætla teir sær upp aftur í bestu deildina, og tað ongantíð ov skjótt. Hetta vístu teir so eisini í ríkiligt mát í dag, tá teir bangaðu Sundalagsmenn norð aftur, við heili 7-0. Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa uppspurt hvørjir málskjúttarnar vóru.

 

07 Vestur, ið er nýggja felagið í Vágum vann eisini stórsigur í dag. Teir høvdu vitjan av KÍ, og úrslitið gjørdist heili 7-2.

 

Eitt annað nýtt lið, Víkingur spældi eisini sín fyrsta landskappingardyst í dag, og á heimavølli eydnaðist teimum at fáa 1-1 javnleik móti einum ungum og evnaríkum HB-liði.

 

Á Tvøroyri tók aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB móti B68, og har var talan um tryggan 3-0 sigur til heimaliðið. Málini í dag skutu Jóhan Eivind Mouritsen, Óli Johannesen og Dan Mortensen.

 

Ein dystur er eftir í fyrsta umfari av 1. Deild, og verður hann spældur í Vági í morgin, tá VB/Sumba tekur móti NSÍ.

 

Deiligt at síggja at fótbólturin er komin í gongd aftur, og spennandi verður at fylgja kappingini um uppflyting, sum longu nú er hørð.