Eftir at Chelsea í farnu viku varð dømt til transfer-bann í eitt ár, eru hópin av øðrum stórfeløgum komin undir luppin. Í Leeds hevur Ken Batres sagt, at tey ætla at stevna Manchester City fyri at knýtt George Swann og Louis Hutton at felagnum. Liverpool hevur eitt hóttandi sakarmál móti sær, og nú sigur italska Fiorentina, at tey í løtuni kanna, um felagið skal stevna Manchester United, sum tey meta breyt transfer-reglurnar, tá felagið gjørdi sáttmála við Michele Fornasier. Undan hesum hevur United eisini tikið stjørnuskotið, Federico Macheda, frá Fiorentina.