58: mál í 54 dystum fyri Barcelona eru tey ótrúligu hagtølini hjá Lionel Messi í 2010. Lionel Messi hevur vunnið Gullstyvlan, og hann endaði kalendaraárið 2010 við 42 málum, 15 málskapandi sendingum og 166 driblingum í tí sponsku liguni.
26: ár við Istanbul-dominansi endaði í Turkalandi, tá Bursaspor vann ta bestu fótbóltsdeildina í Turkalandi. Bursaspor er fyrsta liðið uttan fyri Istanbul, sum vinnur, síðani Trabzonspor vann turkiska meistaraheitið í 1984.
19: dystir á rað uttan tap í teimum afrikonsku endaspølunum gjørdist metið hjá Egyptalandi, tá teir sum tað fyrsta landið vunnu afrikanska meistaraheiti tríggjar ferðir á rað. Stóra hetjan gjørdist Mohamed «Gedo» Nagy, sum við fimm málum gjørdist toppskorari í Africa Cup of Nations. Hetta hóast Nagy ikki byrjaði inni í nøkrum dysti í tí afrikanska endaspælinum.
14: mál í HM-endaspølum. Miroslav Klose deilir nú annað plássið saman við landsmanninum, Gerd Müller. Tíðarinnar toppskjútti er framvegis brasilski, Ronaldo, sum hevur skotið 15 mál í HM-endaspølum.
10: mál í einum dysti hjá PSV elvdu til, at Feyenoord við einum 10-0 tapi setti met við tí størsta tapinum nakrantíð í søgu felagsins. Hetta hendi í oktober.
7: ár og 10 mánaðir. José Mourinho hevur ikki tapt ein heimadyst sum venjari hjá Porto, Chelsea, Inter og Real Madrid, síðani Porto tapti 2-3 ímóti Beira Mar í februar í 2002.
6: feløg hava nú vunnið ?The Treble? í Europa. Inter megnaði hetta sum tað sætta felagið í Europa í 2010.










