Fleiri tons av byggitilfari eru seinastu vikuna rikin á land har suðuri í Noregi, men framvegis veit eingin, hvaðani tilfarið stavar, tí eingin fráboðan er komin um mist timbur. Staðfest er, at plankar eisini eru sæddir á havinum nærindis Danmark.
Harald Andreassen, økisstjóri í tí, sum norðmenn rópa Kystverket Sørøst, sigur, at byggitilfarið kann vera til ampa fyri skipaferðsluna í økinum. Tað var hin 22. desember, at Kystværket fekk fráboðan um tilfar, sum rak við strondina í Grimstad og Arendal.
Økisstjórin heldur tað vera óheppið, at eingin hevur sagt frá, og hann væntar, at tilfarið er mist av skipi millum Skagerak og svensku strondina. Tað var Agderposten, sum fyrst bar hesi tíðindi, sum nú eisini aðrir norskir miðlar hava borið.
Bæði privatfólk, bjargingarfólk og fiskimenn hava roynt at fingið timbur til lands, og eftir stuttari tíð vóru fleiri tons av timbri í nærmastu havn. - Tað er løgið, at eingin fráboðan er komin, tá talan er um timbur, sum hevur stórt virði, sigur skipsførari, sum er við einum av bjargingarbátunum.
Skipsførarin leggur aftrat, at tað framvegis eru stór bunti við plankum, sum rekast á havinum, tó at tað sambært norskari lóg skal fráboðast, tá skip eru fyri slíkum hendingum á havinum.
##med2##












