Íslendingar vænta nógvar útlendskar tráðumenn til Íslands at fiska laks í summar Fíggjarkreppan í Íslandi hevur millum annað havt við sær, at tað er vorðið bíligari at keypa sær loyvi at veiða laks í áum og vøtnum, og ein avleiðing av tí er, at fleiri útlendskir tráðumenn leita sær til Íslands at royna eydnuna.
Í vetur varð roknað við, at áhugin fyri at veiða laks fór at minka burtur í einki orsakað av kreppuni, men hóast fyrispurningarnir ikki eru so nógvir sum eitt nú í fjør, hevur tað als ikki gingið so illa, sum roknað varð við í vetur, skrivar Morgunblaðið.
Íslendskir tráðumenn gera kanska ikki so nógvar veiðitúrar sum undanfarin ár, men nú verða fleiri útlendskir tráðumenn við áirnar ístaðin fyri.










