Fýra eyka tímar um vikuna í móðurmálinum í 16 vikur fremur framgongd í lesing, sum svarar til vanliga undirvísing í eitt hálvt ár.
Tað vísa fyrstu úrslitini av greiningum av eini roynd við undirvísing í móðurmálinum, sum granskarar á Institut for Statskundskab og Institut for Økonomi á Aarhus Universiteti hava staðið fyri. Skúlablaðið skrivar, at royndirnar eru gjørdar í fólkaskúlanum, og tað er danska kenslumálaráðið, ið hevur biðið um at fáa hesar royndirnar gjørdar.
Í alt hava fleiri hundrað skúlar tikið lut í tveimum menningarætlanum, har onnur ætlanin hevði til endamáls at kanna, í hvønn mun tvílæraraskipan fremur betri lesiúrslit, og hin ætlanin at kanna, um eyka undirvísingartímar í móðurmálinum fremja betri lesiúrslit.
– Í tí nýggja fólkaskúlanum fáa næmingarnir fleiri tímar, og tað fer at verða eitt tættari samstarv millum lærarar og námsfrøðingar. Royndirnar vísa, at fleiri tímar og tættari samstarv millum lærarar og námsfrøðingar hava góða ávirkan á lesiførleikarnar hjá næmingunum. Úrslitini eru ætlað at verða íblástur til kommunur og skúlar, har tey kunnu brúka nýggju royndarúrslitini, tá ið tey leggja til rættis undirvísingina í teirra skúla, sigur Christine Antorini, kenslumálaráðharri, við uvm.dk
Í royndini við støði í fakinum almenn málfatan, sum varpar ljós á at bøta um orðakunnleikan hjá næmingunum, vísir granskingin, at gentur hava havt stórt gagn av hesum royndunum, har lesiúrslit eru batnað. Framgongdin hjá dreingjunum er meiri avmarkað. Úrslitini eru tó so lovandi, at líknandi royndir fara at verða gjørdar við næmingum í 5. flokki, tí tað er okkurt, sum bendir á, at tilfarið hevur verið í so ambisjøst fyri næmingar í 4. flokki.