Felagið Vágar gjørdi á fundi í farnu viku av at skipa fyri fleiri tiltøkum, sum skulu fáa fólk at vitja oynna. Fyrsta tiltakið verður hósdagin.
Hósdagin 6 mai, sum er dagin fyri dýrabiðidag, fara handlarnir, sum eru limir í felagnum Vágar, at hava leingi opið út á kvøldið.
Eisini onnur tiltøk av tí slagnum verða seinni í summar, sigur Kunningarstovan í Vágum. Eitt nú er fastlagt, at eitt slíkt tiltak eisini verður um Vestanstevnuna, sum í ár verður í Sørvági vikuskiftið 9. til 11. juli.
Tað kemur nógv fólk vestur í Vágar. Kanska serliga í samband við flogvøllin. Og nógv teirra nýta eisini høvið til at avgreiða ymisk ørindi í oynni.
Hesum halda handilsfólk í Vágum, at tey eiga at gera meira burturúr. Eitt nú við Tax Free skipanini til ferðafólk, sum fara av aftur landinum.
Á fundi, sum hildin varð í felagnum Vágum í farnu viku, varð hetta evnið eisini uppi, og varð gjørt av at víðka hesa tænastu í Vágum, soleiðis at fleirir handlar fara at bjóða hesa tænastu til ferðafólkið.
Eisini fer felagið at skipa fyri einum serligum kvinnukvøldi í Vágum tann 2. juni. Og tað veru bókstaivliga kvinnukvøld. Menn hava als ikki atgongd.
Men Vágar er so nógv annað enn handlar og flogvøllur. Eitt nú er oyggin sera væl egnað til gongurtúrar. Náttúran er sera vøkur, og lætt er at ganga í oynni. Eisini her er Kunningarstovan í Vágum til reiðar at vegleiða og hjálpa til at finna ferðaleiðarar á slíkum túrum.










