Fakfeløgini hava ikki slept endanum í stríðnum ímóti ætlanini hjá samgonguni um flatskatt og ætlanini at skatta pensjónir við inngjald.
Síðani stóru mótmælisgonguni á Vaglinum síðsta leygardag, hevur annars ikki nógv verið at hoyrt frá fakfeløgunum.
Men tað merkir ikki, at fakfeløgini hava givið skarvin yvir.
Tað staðfesta bæði Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki.
- Tað má ikki henda, at hesar ætlanirnar verða settar í verk, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.
Hon heldur eisini, at tað er burtur úr vón og viti at skunda eitt so grundleggjandi mál ígjøgnum.
- Hetta hevur skapt ein øguligan ótryggleika, leggur hon afturat.
Selma Ellingsgaard sigur, at fakfeløgini hava fundir um hesi málini alla tíðina og tað verða enn fleiri fundir ímillum tey.
Hon sigur, at fyrst og fremst fara tey at upplýsa enn meiri um ætlanina at seta flatskatt í gildi og avleiðingarnar av tí.
Men tað skilst á henni, at tað er eisini ymiskt annað í umbúna, men hon vil ikki siga, hvat fakfeløgini hava tosað um í hesum sambandi.
- Men fakfeløgini standa saman í hesum málið og vit hava ikki slept endanum, leggur hon dent á.
Og hon leggur afturat, at tey fara ikki at sleppa endanum.
- Hetta er alt ov álvarsamt til at vit kunnu lata hetta fara afturvið borðinum.
Í Løgtinginum varð róð fram undir, at hetta kundi enda við aðalverkfalli?
- Møguleikarnir eru nógvir og nú fáa vit at síggja, sigur Selma Ellingsgaard.
Men hon sigur, at í fyrstu syftu seta tey sítt álit á, at politikarar síggja álvaran í málinum og sleppa ætlanini, sum hon tekur til.
Savna undirskriftir
Sonja Jógvansdóttir staðfestir, at fakfeløgini hava nú tikið stig til at savna inn undirskriftir um alt landið.
Í hesi vikuni er ætlanin at skipa fyri einum stórum kunningarátakið fyri vísa á, hvussu hesar ætlanirnar fara at ávirka ymsar samfelagsbólkar.
Samskiparin í Samtaki staðfestir, at eftir øllum at døma var tað ikki nóg mikið at fáa samgonguna at sleppa ætlanini, at fleiri túsund fólk savnaðust á Vaglinum.
- Vit ætla fyrst og fremst at upplýsa, sigur hon.
Men hon sigur, at verður tað til fánýtis, hava tey eisini ætlanir um onnur tiltøk.
- Men vit taka tað stig fyri stig, leggur hon afturat.
Hon sigur, at tað verður tosað um allar møguleikar, men tað er greitt, at onnur stig verða tikin.