Flaggdagurin er sunnudagin 25.apríl, og fleiri flaggdagstiltøk eru kring landið. Í Kaldbak byrjar flaggdagshaldið klokkan 15:00, og børnini í bygdini fara at ganga skrúðgongu. Tað er Rógvi Reinert, sum í Kaldbak fer at halda røðuna. Í Leirvík byrjar hátíðarhaldið klokkan 16:00, og har er tað Heri Tróndheim, sum flytir fram røðu. Í Skálavík gera tey eisini nógv burturúr, og har er tað Vár Berghamar Jacobsen, ið førir fram flaggdagsrøðu. Vár kenna vit millum annað frá sjónvarpssendingunum Likku-likkuleia. Á skránni er eisini skrúðgonga úr skúlanum í Skálavík oman á Keldu.