Fleiri tilboð í ferðavinnuni

Tey, sum bjóða seg fram í ferðavinnuni, gerast fleiri í tali. Tað ger eisini, at krøvini til tann einstaka herðast, og neyðugt er at spenna seg enn meira út, sigur leiðarin á Kunningarstovuni í Vágum

Tað tykist, sum alt fleiri og fleiri eru farinn at síggja ferðavinnuna sum eina rættiliga vinnu, sum kann geva inntøku, sigur Anna Sofía Nordendahl, leiðari á Kunningarstovuni hjá Felagnum Vágum.
Hetta ger so eisini, at krøvini, sum tann einstaki útbjóðarin má seta sær sjálvum fyri at vinna á kappingarneytanum, herðast, sigur hon.
Tað er nógv at gera á Kunningarsovuni í Miðvági og Kunningardiskinum á flogvøllinum, sigur leiðarin. Serliga nógvir útlendingar koma framvið. Men eisini nógvir føroyingar vísa áhuga fyri at ferðast í Vágum.
Útlendingarnir, sum spyrja eftir gistingamøguleikum vilja hava ból og bita. Føroyingarnir spyrja serliga eftr summarhúsum, sigur kunningarleiðarin. Men hon harmast um, at úboðið av gistingarmøguleikum er ov lítið í Vágum. Serliga ringt er at fáa summarhús, hóast heilt nógv hús dagliga standa tóm í oynni.
?Verður spurt hjá teimum einstøku útbjóðarunum,verður helst svarað ymiskt upp á, hvussu nógv er at gera. Ivaleyst er onkur, sum heldur, at tað er minkandi. Men tað kemst so aftur av, at tað eru fleiri, sum bjóða seg fram. Og tað herðir kappingina og krøvini.
Serliga eru tað teir, sum sigla við ferðafólki undir bjørgunum, sum fáa kapping. Til dømis eru tveir útbjóðarar í Sørvági, sigur kunningarleiðarin.
Hinvegin tykist minni vera av gongutúrum í oynni, sigur hon. Har kann ein grund vera, at onkur útbjóðari beinleiðis hevur tikið hesar tilrættaløgdu túrarnar av skránni, fyri at fólk heldur skulu fáa møguleika at velja, tá tey biða um tann einstaka túrin. Pakkatúrarnir eru farnir, sigur leiðarin á Kunningastovuni í Vágum.