Fleiri til Danmarkar

Herda prískappingin førdi við sær, at fleiri fólk valdu at ferðast loftvegis í fjør enn undanfarin ár. Tað gav Atlantsflogi umleið 8.000 ferðafólk fleiri í fjør enn í fyraárið

 


Flofgferðsla

Í viðmerkingunum til roknskapin hjá Atlantsflogi sigur nevndin, at felagið hevði ein vøkstur upp á 7% í ferðafólkatalinum í fjør í mun til 1999. Størsti vøksturin var á Danmarkarrutuni, meðan eisini fleiri ferðafólk vóru á Skotlands- og Noregsrutuni.

Hinvegin var slakari á rutuni millum Aberdeen og København og á Íslandsrutuni.

Avtalan, sum Atlantsflog hevur havt við Air Iceland um flúgving millum Ísland og Grønland, er søgd upp, tí rutan er fyribils niðurløgd. So tann inntøkan verður ikki í ár, verður sagt í viðmerkingunum.

Men eisini tyrlufllúgvingin var væl lívligari enn árið fyri. Her var ferðafólkavøksturin upp á heili 10%. Men tað nyttaði tó so lítið, tí hendan flúgvingin gav eitt rakstrarhall.

Atlantsflog økti flotan við 100% í fjør, tá nýtt flogfar av sama slagi sum tað, felagið hevði frammanundan, varð keypt. Flogfarið var í rutuflúgving hjá Atlantsflogi seinasta summar, og hevur síðan verið leigað út, men kemur aftur í summar.